Tingfundur 69/2014

Stað:

Ár 2015, týsdagin hin 28. apríl, kl. 12:00, varð tingfundur settur.


BI/td
69. fundur 

Ár 2015, týsdagin, 28. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Gunvør Balle, løgtingskvinna og Annika Olsen, landsstýriskvinna, og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:  

1.             3. viðgerð av tingmáli nr. 110/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (longri farloyvi til ættleiðingarforeldur og skipan av barsilsgrunni)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

3.             3. viðgerð av tingmáli nr. 104 /2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-2
Málið avgreitt

4.             3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-10
Málið avgreitt

5.             3. viðgerð av tigmáli nr. 98/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan (Setan av Kommunulæknum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

6.             3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

7.             3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um keyp (Leingjan av fráboðanarfreistini o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

8.             2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2014: Uppskot til løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 30-1-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.             2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorður­ráð­num í 2014

Uppskotið samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

10.         2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2014: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2014 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2014

Uppskotið samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

11.         2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020- Sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið

Uppskotið samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

 

Fundur niðurlagdur k. 12.15
Fundur uppafturtikin. kl. 13.46

12.         2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2014: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk Føroya

Uppskotið fall 6-0-16
Málið avgreitt

13.         2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mvg-frítøka av grønum hitaskipanum, el-bilum og vetni-bilum)

Uppskotið fall 6-0-19
Málið avgreitt

14.         2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2014: Uppskot til lóg um broyting í lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum)

Uppskotið fall 6-0-18
Málið avgreitt

15.         2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2014: Uppskot til samtyktar um at fremja átøkini í integrasjóns­álitinum

Uppskotið fall 8-0-15
Málið avgreitt

16.         2. viðgerð av tingmáli nr. 134/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Uppskotið fall 6-0-19
Málið avgreitt

17.         Framløga
Formaðurin boðaði frá
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 76/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), nr. 93/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 96/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, nr. 103/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins gjaldføris- og skuldarfyri­siting, nr. 126/2014: Uppskot til samtyktar um at endurskoða løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og nr. 137/2014: Uppskot til samtyktar um at tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran búskap
- at Mentarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 79/2014: Uppskot til samtyktar um at fyrireika bygging av fótbóltshallum í Føroyum, nr. 129/2014: Uppskot til samtyktar um at skipa eina bjargingarætlan fyri føroyskum báta­smíði og fyri føroyska bátin, nr. 132/2014: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn, samskipa og menna eina skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum og nr. 135/2014: Uppskot til samtyktar um at byggja lestraríbúðir,
- at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 89/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna endurskoðaða NAFO sáttmálan
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
142/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af Udlændingeloven (Ret til fortsat ophold ved ægtefælles død)

 

Frávik:
Formaðurin las skriv frá Aksel V. Johannesen, Kári P. Højgaard, Bjarni Djurholm, Hanus Samró, Janus Rein og Alfred Olsen har heitt verður á Løgtingið um at gera frávik sbrt. § 85 í tingskipanini millum 2. og 3. viðgerð í  løgtingsmáli nr. 85/2014: Uppskot til løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag

Samtykt 25-1-5
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 29. apríl 2015, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.             3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2014: Uppskot til løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag

2.             2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (sølufremjandi tiltøk)

3.             2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Tulking av arbeiðsskaða, vanlukku, vanlukkutilburði, endurrindan, rættstundis fráboðan, kæru)

4.             2. viðgerð av tingmálinr. 94/2014: Uppskot til løgtingslóg um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni

5.             2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (Víðka gjøgnumgongd)

6.             2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Broytt krøv til útbúgving, eftirútbúgving, alment eftirlit o.a.)

7.             2. viðgerð av tingmálinr. nr. 121/2014: Uppskot til samtyktar um eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum

8.             2. viðgerð av tingmáli nr. 127/2014: Uppskot til samtyktar um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi

9.             2. viðgerð av tingmáli nr. 130/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya (val, fólkaatkvøða og løgmansval)

10.         Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-35/2014 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi kvinnutroti og javnstøðupolitikki í Føroyum

11.         Framløga

 
 
 
Fundur lokin kl. 16.13
 
 
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður
 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður