Tingfundur 20/2015

Stað:

Ár 2015, fríggjadagin hin 27. november, kl. 09:30, varð tingfundur settur.


BI/ás
 

20. fundur

Ár 2015, fríggjadagin 27. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Poul Michelsen og Rigmor Dam og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.             Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-6/2015 til  um trygdarskeið til manning av fiskiskipum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2015

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0
Málið avgreitt

3.             2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2015

Uppskot frá Jørgen Niclasen um at beina málið aftur í nevnd fall 12-1-15
Broytingaruppskot frá einum minniluta í Fíggjarnevndini (Jacob Vestergaard) fall 7-0-21

Broytingaruppskot frá einum øðrum minniluta í Fíggjarnevndini (Bárði á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard og
Bill Justinussen) fall 12-0-16
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 16-0-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.             1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2015: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015

Málið beint í Vinnunevndina

5.             1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Leingjan av gildistíð)

Málið beint í Fíggjarnevndina

6.             1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

Málið beint í Trivnaðarnevndina

7.             1. viðgerð av tingmáli 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti

Málið beint í Trivnaðarnevndina

Tikið av skrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 1. desember 2015, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.                  1. viðgerð av tingmál nr. 31/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.                  1. viðgerð av tingmál nr. 44/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)

3.                  1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

Tingmálini nr. 44 og 43/2015 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

4.                  1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakføum (Endurrindan av burturbeiningargjaldi fyri útflutt motorakfør)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.                  1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.                  1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.                  Framløga

 
 
Fundur lokin kl. 20.15
 
 
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari
 

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður