Gerðabók:
Ár 2015, týsdagin hin 1. desember, kl. 09:15, var fundur í .
Stað: Fundarhøli 2
- Eksternir partar
- Kl. 9.30 Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna saman við Almannaverkinum (lm. 11 og 17)
-
-
-
RS/ás
3. fundur
Ár 2015, týsdagin 1. desember, kl. 9.15, var fundur í Trivnaðarnevndini.
Á fundi vóru:
Katrin Kallsberg, formaður
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, næstformaður, (Jógvan á Lakjuni í lm. 19/2015)
Óluva Klettskarð
Djóni Nolsøe Joensen
Sonja Jógvansdóttir
Jenis av Rana
Kaj Leo Holm Johannesen
Skrivari:
Rannvá Sólheim
Til viðgerðar:
1. Gerðabók
Gerðabókin frá 2. fundi varð lisin upp og góðkend.
2. Løgtingsmál nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Veiting til persónar, yngri enn 25 ár)
Kl. 9.30 kom Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, á fund saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, og Hera Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, Jan Sjóstein, fyristøðustjóra í Almannaverkinum, og Eyðvør Mortensen, fulltrúa í Almannaverkinum. Tey fóru av fundi kl. 10.30.
Avgjørt varð at skriva álit.
3. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul

4. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Málið varð viðgjørt.
5. Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið varð ikki viðgjørt.
6. Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
Málið varð ikki viðgjørt.Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 10. desember, kl. 9.15 við hesi skrá:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Veiting til persónar, yngri enn 25 ár)
3. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
4. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
5. Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
6. Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
Fundur lokin kl. 11.10
Rannvá Sólheim
skrivari
-
Fundurin lokin kl. 00:00