Gerðabók:

Fundur 5/2015

Ár 2015, týsdagin hin 15. desember, kl. 09:15, var fundur í .

Stað: Fundarhøli 2


RS/ás

 

5. fundur

Ár 2015, týsdagin 15. desember, kl. 9.15, var fundur í Trivnaðarnevndini.
 

Á fundi vóru:
Katrin Kallsberg, formaður
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, næstformaður
Djóni Nolsøe Joensen
Sonja Jógvansdóttir
Jenis av Rana
Kaj Leo Holm Johannesen
Óluva Klettskarð

 

Skrivari:
Rannvá Sólheim

Til viðgerðar:

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 4. fundi varð lisin upp og góðkend.

2.      Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
Málið varð viðgjørt. Avgjørt varð at hava innkallingar á einum seinni fundi í januar mánaða.

3.      Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Málið varð viðgjørt. Avgjørt varð at hava innkallingar á einum seinni fundi í januar mánaða.

4.      Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Kl. 10.45 kom landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, saman við embætisfólkum sínum, Heina Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, og Hera Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, Halli Thomsen, depilsstjóra á Almannaverkinum, Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra, Eyðvør Mortensen, fulltrúa á fakdeildini á Almannaverkinum, og Leif Olsen, fulltrúa á Almannaverkinum. Tey fóru av fundi kl. 11.55.
Álit verður skrivað.

5.      Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
Kl. 10.45 kom landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, saman við embætisfólkum sínum, Heina Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, og Hera Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, Halli Thomsen, depilsstjóra á Almannaverkinum, Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra, Eyðvør Mortensen, fulltrúa á fakdeildini á Almannaverkinum, og Leif Olsen, fulltrúa í Almannaverkinum. Tey fóru av fundi kl. 11.55.
Álit verður skrivað.

6.      Løgtingsmál nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)
Málið varð viðgjørt. Álit verður skrivað.

7.      Løgtingsmál nr. 49/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti, merkivørur o.a.)
Málið varð viðgjørt. Avgjørt varð at gera innkallingar.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 16. desember, kl. 11.00 við hesi skrá:

  1. Gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
  3. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
  4. Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
  5. Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
  6. Løgtingsmál nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)
  7. Løgtingsmál nr. 49/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti, merkivørur o.a.)

Innkallingar til næsta fund:
Kl. 11.10: Kommunulæknafelagið (lm. 49/2015)
Kl. 11.30: Landsstýrismaðurin í heilsumálum saman Heilsutrygd (lm. 49/2015) 

 

Fundur lokin kl. 12.35.

 

Rannvá Sólheim
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00