Gerðabók:
Ár 2015, fríggjadagin hin 18. desember, kl. 14:00, var fundur í .
Stað: Fundarhøli 2
- Eksternir partar
- Kl. 11.30 Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna (lm. 30)
-
-
-
RS/ás
7. fundur
Ár 2015, fríggjadagin 18. desember, kl. 11.30, var fundur í Trivnaðarnevndini.
Á fundi vóru:
Katrin Kallsberg, formaður
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, næstformaður
Djóni Nolsøe Joensen
Sonja Jógvansdóttir
Jenis av Rana
Kaj Leo Holm Johannesen
Óluva Klettskarð
Skrivari:
Rannvá Sólheim
Til viðgerðar:
1. Gerðabók
Gerðabókin varð útsett.
2. Løgtingsmál nr. 17/2015: Uppskot til samtyktar um serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul
Málið varð ikki viðgjørt.
3. Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini
Málið varð ikki viðgjørt.
4. Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Álit verður skrivað.
5. Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
Kl. 11.45 kom landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, saman við embætisfólkum sínum, Heina Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, og Hera Petersen, fulltrúa í Almannamálaráðnum, Halli Thomsen, depilsstjóra í Almannaverkinum, Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra, Eyðvør Mortensen, fulltrúa á fakdeildini í Almannaverkinum, og Leif Olsen, fulltrúa í Almannaverkinum. Tey fóru av fundi kl. 12.45.
Álit verður skrivað.
6. Løgtingsmál nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)
Málið varð viðgjørt. Álit verður skrivað.
Næsti fundur:
Eingin nýggjur fundur varð avtalaður.
Fundur lokin kl. 13.00.
Rannvá Sólheim
skrivari
-
Fundurin lokin kl. 00:00