Tingfundur 37/2015

Stað:

Ár 2015, mánadagin hin 21. desember, kl. 00:00, varð tingfundur settur.


Løgtingsins gerðabók

BI/ás

 

37. fundur

 

Ár 2015, mánadagin 21. desember,  kl. 22.50, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.             3. viðgerð av tingmál nr. 18/2015: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-16
Málið avgreitt

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 24/2015: Uppskot til løgtingslóg um at keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina Talgildu Føroyar

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-2
Málið avgreitt

3.             3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-16
Málið avgreitt

4.             3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-16
Málið avgreitt

5.             3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-5
Málið avgreitt

6.             2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini samtykt 17-0-16
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-16
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

7.             2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti

Broytingaruppskot frá Trivnaðarnevndini samtykt 17-0-16
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-2-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.             2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

Uppskotið samtykt 17-0-16
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.             2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjøld á alivinnu

Broytingaruppskot frá einum minniluta 16-0-17
Broytingaruppskot frá einum meiriluta 17-0-16
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-16
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

10.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 39/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Skattalætti til lág- og miðalinntøkur)

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 22. desember 2015, kl. 4.39, við hesi dagsskrá:

 

1.             3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti

2.             3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

3.             3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjøld á alivinnu

4.             Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 04.30

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

/Beinta Isaksen

skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður