Tingfundur 52/2016

Stað:

Ár 2017, mánadagin hin 20. mars, kl. 10:00, varð tingfundur settur.


BI/td

 

52. fundur 

 

Ár 2017, mánadagin 20. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir, og landsstýrismenninir Kristina Háfoss, Poul Michelsen og Sirið Stenberg, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Longt dagpeningastíðarskeið fyri fyritíðarpensjónistar)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli  nr. 88/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lovbekendtgørelse om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Stuðul til meirútreiðslur til umhvørvisgjald o.a.)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Sjálvboðin trygging, persónsskari og gjald)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barndaverndarlógin) (Privat samdøgursrøkt o.a.)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúla­skipan

Málið beint í Mentanarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)

Málið beint í Mentanarnevndin

7.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 36/2016: Uppskot til samtyktar um at stovna lønargrunn stórmeistara í talvi


Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 21. mars 2017, kl. 10.00 við hesi dags­skrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 87/02016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af Sundhedsloven
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli 82/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um jarðhitaskipanir (elriknar hitapumpuskipanir)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 124/2016: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.       Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 16.35

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður