Gerðabók:

Fundur 11/2016

Ár 2017, mikudagin hin 22. mars, kl. 09:00, var fundur í .

Stað: Fundarhøli 2


HJ/td

Gerðabók hjá Mentanarnevndini

 

11. fundur

 

Ár 2017, mikudagin hin 22. mars, kl. 9.00, var fundur í Mentanarnevndini.

 

Á fundi vóru:

Hanna Jensen, formaður

Kristianna W. Poulsen, næstformaður

Jónleif Johannesen

Óluva Klettskarð

Jógvan á Lakjuni

Bjørn Kalsø

Katrin Kallsberg var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Høgni Joensen

 

Til viðgerðar:

1.     Gerðabók
Gerðabókin frá 10. fundi 15. februar 2017 varð góðkend.

2.     Løgtingsmál nr. 45/2016: Uppskot til samtyktar um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í mentamálum viðvíkjandi upp­gávunum hjá námi í hesum sambandi.

3.     Løgtingsmál nr. 49/2016: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík
Avgjørt varð at innkalla minnilutan í Klaksvíkar býráð og umboð fyri fyrireikingarnar av Sjómannadegnum.

4.     Løgtingsmál nr. 76/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í mentamálum, Handverkmeistara­felagið, Handverkarafelagið og Vinnuhúsið og umboð fyri teknisku skúlarnar.

5.     Løgtingsmál nr. 77/2016: Uppskot til løgtingslóg um at útvega teknisku skúlunum nútíðarhóskandi útgerð og amboð
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í fíggjarmálum og umboð fyri teknisku skúlarnar

6.     Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í fíggjarmálum, lærararfelagið og Føroya pedagogfelag.

7.     Løgtingsmál nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í mentamálum

 

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti nýggjan fund mikudagin 29. mars  2017, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabók

2.      Løgtingsmál nr. 45/2016: Uppskot til samtyktar um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur

3.      Løgtingsmál nr. 49/2016: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík

4.      Løgtingsmál nr. 76/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

5.      Løgtingsmál nr. 77/2016: Uppskot til løgtingslóg um at útvega teknisku skúlunum nútíðarhóskandi útgerð og amboð

6.      Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar

7.      Løgtingsmál nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)

8.      Løgtingsmál nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)

9.      Løgtingsmál nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

10.   Løgtingsmál nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan

 

 

Fundur lokin kl. 10.00.

 

 

Høgni Joensen

skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00