Gerðabók:
Ár 2017, mikudagin hin 29. mars, kl. 10:00, var fundur í .
Stað: Fundarhøli 1
- Eksternir partar
- Kl. 9.15 Umboð fyri fyrireikararnar av Sjómannadegnum í Klaksvík (lm.nr.49) Kl. 9.35 Umboð fyri Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag (lm.nr.78)
-
-
-
Ár 2017, mikudagin hin 29. mars, kl. 9.00, var fundur í Mentanarnevndini.
Á fundi vóru:
Hanna Jensen, formaður
Kristianna W. Poulsen, næstformaður
Jónleif Johannesen
Óluva Klettskarð
Jógvan á Lakjuni
Bjørn Kalsø
Katrin Kallsberg.Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur var á fundi sum eygleiðari.
Skrivari:
Høgni Joensen
Til viðgerðar:
2. Løgtingsmál nr. 49/2016: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík
Kl. 9.15 komu Oliver Joensen og Karl Birgir Isaksen, umboð fyri Sjómannadagin í Klaksvík, á fund. Teir fóru av fundi kl. 9.40.
3. Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar
Kl. 9.35 komu Herálvur Jacobsen, Føroya Lærararfelag, og Jógvan Philbrow, Føroya Pedagogfelag, á fund. Teir fóru av fundi kl. 10.00.
Næsti fundur:
Formaðurin ásetti nýggjan fund hósdagin 30. mars 2017, kl. 9.00, við hesi skrá:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 45/2016: Uppskot til samtyktar um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur
3. Løgtingsmál nr. 49/2016: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík
4. Løgtingsmál nr. 76/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
5. Løgtingsmál nr. 77/2016: Uppskot til løgtingslóg um at útvega teknisku skúlunum nútíðarhóskandi útgerð og amboð
6. Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar
7. Løgtingsmál nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)
8. Løgtingsmál nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)
9. Løgtingsmál nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)
10. Løgtingsmál nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan
Fundur lokin kl. 10.00.
Høgni Joensen
skrivari
-
Fundurin lokin kl. 00:00