Gerðabók:
Ár 2017, mánadagin hin 1. mai, kl. 10:15, var fundur í .
Stað: Fundarhøli 2
- Eksternir partar
- Kl. 9.30 Umboð fyri Húsarhaldsskúla Føroya (lm 99) Kl. 10.00 Umboð fyri Føroya Fólkaháskúla (lm 110) Kl. 10.30 Umboð fyri Ítróttarháskúlin í Suðuroy (lm 110) Kl. 11.00 Kommunufelagið (lm 112 og 115) Kl. 11.30 Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla (lm 112) Kl. 12.00 Føroya Pedagogfelag (lm 115) Kl. 12.30 Landsstýrismaðurin í mentamálum (lm 45, 99, 110 og 115)
-
-
-
Ár 2017, mánadagin hin 1. mai, kl. 9.15, var fundur í Mentanarnevndini.
Á fundi vóru:
Hanna Jensen, formaður
Kristianna W. Poulsen, næstformaður
Jónleif Johannesen
Óluva Klettskarð
Jógvan á Lakjuni
Bjørn Kalsø
Katrin KallsbergSkrivari:
Høgni Joensen
Til viðgerðar:
1. Gerðabók
Gerðabókin frá 15. fundi 26. apríl 2017 var góðkend.
2. Løgtingsmál nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)
Kl. 10.00 kom Anfinnur Heinesen, Føroya Fólkaháskúli, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.25.
Kl. 10.30 kom Guðmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.00
Kl. 12.30 kom Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, saman við Magnus Tausen á fund. Tey fóru av fundi kl. 13.10
Avgjørt varð at skriva álit.
3. Løgtingsmál nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)
Kl. 9.30 kom Jóhanna á Tjaldrafløtti, Húshaldsskúlin á fund. Hon fór av fundi kl. 10.00.
Kl. 12.30 kom Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, saman við Magnus Tausen á fund. Tey fóru av fundi kl. 13.10Avgjørt varð at skriva álit.
4. Løgtingsmál nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan
Kl. 11.00 kom Jóhann Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum, og Sigurð Ó Vang, leiðari á mentanardeildini hjá Tórshavnar kommunu, umboðandi Kommunufelagið, á fund. Teir fóru av fundi kl. 11.40, tá Ólavur Olsen og Andrea Heindriksdóttir vegna Tórshavnar Musikkskúla komu á fund. Tey fóru av fundi kl. 12.15.
Kl. 12.30 kom Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, saman við Magnus Tausen á fund. Tey fóru av fundi kl. 13.10
Avgjørt varð at skriva álit.
5. Løgtingsmál nr. 115/2016: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald
Kl. 11.00 kom Jóhann Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum, umboðandi Kommunufelagið, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.40Kl. 12.15 kom Jógvan Philbrow, Pedagogfelagið á fund.
Kl. 12.30 kom Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, saman við Magnus Tausen á fund. Tey fóru av fundi kl. 13.10
Avgjørt varð at skriva álit.
Næsti fundur:
Formaðurin ásetti nýggjan fund mikudagin 3. mai. 2017, kl. 9.00, við hesi skrá:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 45/2016: Uppskot til samtyktar um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur
3. Løgtingsmál nr. 76/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
4. Løgtingsmál nr. 77/2016: Uppskot til løgtingslóg um at útvega teknisku skúlunum nútíðarhóskandi útgerð og amboð
5. Løgtingsmál nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar
6. Løgtingsmál nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)
7. Løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag)
8. Løgtingsmál nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)
9. Løgtingsmál nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)
10. Løgtingsmál nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan
11. Løgtingsmál nr. 115/2016: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald
Fundur lokin kl. 13.45.
Høgni Joensen
skrivari
-
Fundurin lokin kl. 00:00