Tingfundur 67/2016

Stað:

Ár 2017, mánadagin hin 8. mai, kl. 14:30, varð tingfundur settur.


BI/td

 

67. fundur 

 

Ár 2017, mánadagin 8. mai kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Landsstýris­menninir Poul Michelsen, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam og ríkisum­boðs­maðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:  

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 105/2016: Uppskot til løgtingslóg um talgildar rokningar

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2016: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í  2016 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2016

Uppskotið samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2016: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorður­ráð­num í 2016 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2016

Uppskotið samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af forskellige lovbestemmelser om aktindsigt m.v.

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden af lov om offentlighed i forvaltningen for sager om færøske anliggender

Uppskotið samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi (Heimild at leingja leitiloyvi við upp til 4 árum)

Uppskotið samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2016: Uppskot til løgtingslóg um fjórða útbjóðing­arumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
Tingmálini nr. 63 og 74/2016 vóru viðgjørd undir einum

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Kanning av vanlukkum á sjónum)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

Broytingaruppskot frá samdari Mentanarnevndin 29-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0
Uppskotið ferð soleiðis samtykt til 3. viðgerð

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (Siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur  av rakstrarútreiðslunum)

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2016: Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan

Broytingaruppskot frá samdari Mentanarnevndin 29-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0
Uppskotið ferð soleiðis samtykt til 3. viðgerð

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Sjálvboðin trygging, persónsskari og gjald)

Uppskotið samtykt 30-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 131/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipanir uttanlands)

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

16.  Framløga
Formaðurin boðaði frá
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 119/2016: Uppskot til samtyktar um at selja almenna partin av Bank Nordik 70/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald  (Afturbering av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør), nr. 52/2016: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um meirvirðisgjald (Mvg-fri?tø
ka av føroyskum bátasmíði)
- at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 111/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017 og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)
- at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 97/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Um innflutning av ethanoli til rúsadrekkaframleiðslu o.a.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 9. mai 2017, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2016: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra ognina Eiragarður 14/16

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikarflyting vegna yvirtøku av málsøkinum

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti.
Tingmálini nr. 108 og nr. 116/2016 verða viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2016: Uppskot til løgtingslóg um at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2016: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2017

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (botnfrádráttur í kommunuskattinum)

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2016: Uppskot til samtyktar um tænastumenn, sum eru lærarar og námsfrøðingar

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2016: Uppskot til samtyktar um at læknaváttanir gerast møguleikaváttanir

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2016: Uppskot til løgtingslóg um at byggja bústaðir í Tórshavn, til menningartarnað og fjølbrekað

14.    Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 14.45

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður