Tingfundur 28/2018

Stað:

Ár 2018, hósdagin hin 15. november, kl. 10:00, varð tingfundur settur.


BI/sm

 

28. fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 15. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Kristina Háfoss og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Bárði á Steig Nielsen, dagfest 13. november 2018 har biðið verður um farloyvi frá 15. til og við 21. november, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Alfred Olsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Alfred Olsen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-6/2018 til Aksel V. Johannesen, løgmann, ið fyribils umsitur samferðslumál frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni viðvíkjandi Sandoyarleiðini

Fundur niðurlagdur kl. 10.18
Fundur uppafturtikin kl. 10.22

2.       Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum leggur fram frágreiðing F-4/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um fólkaskúlan

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

Málini nr. 56, 57 og 58/2018 verða viðgjørd saman og beind í Trivnaðarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Málið verður beint í Vinnunevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku

Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Málið verður beint í Mentanarnevndina

10.    Framløga
Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. S-7/2018 til Aksel V. Johannesen, løgmann, ið fyribils umsitur samferðslumál frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 20. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Aksel V. Johannesen, løgmann, ið fyribils umsitur samferðslumál frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
Tingmálini nr. 60 og 61/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 67/ 2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)
Tingmálini nr. 62 og 67/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga til bústað)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting (Leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, land fyri land frágreiðing o.a.)

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)
Tingmálini nr. 54, 65 og 76/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

11.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.31

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður