Tingfundur 36/2018

Stað:

Ár 2018, hósdagin hin 6. desember, kl. 11:30, varð tingfundur settur.


Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

36.  fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 6. desember, kl. 11.30, varð tingfundur settur.


Poul Michelsen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

Sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 17-0-15
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Uppskotið samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Uppskotið samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 60 og 61 vóru viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

Uppskotið samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

Uppskotið samtykt 32-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

Uppskotið samtykt 30-1-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 56, 57 og 58/2018 vóru viðgjørd undir einum

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

Uppskot frá Kaj Leo Holm Johannesen, um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-26
Uppskotið samtykt 28-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

Uppskotið samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 71 og 77/2018 vóru viðgjørd undir einum

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016

Uppskotið samtykt 29-1-0
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017

Uppskotið samtykt 29-1-0
Málið avgreitt

Tingmálini nr. 2 og 3/2018 vóru viðgjørd undir einum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 7. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan)
Tingmálini nr. 5 og 6/2018 verða viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

12.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 13.25

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður