Tingfundur 25/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, hósdagin hin 22. oktober, kl. 13:11, varð tingfundur settur.

Ikki á fundi:

Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-024/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (25-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 2. viðgerð LM-013/2020 Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum
    • Uppskotið samtykt (27-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 2. viðgerð LM-025/2020 Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
    • Broytingaruppskot frá samdari Trivnaðarnevnd samtykt (27-0-0) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (26-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  4. 2. viðgerð LM-034/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)
    • Uppskotið samtykt (11-0-9) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 27.10.2020, kl. 13:00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð LM-025/2020 - Uppskot til løgtingslóg um royndarskipan um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til persónar millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi
  2. 3. viðgerð LM-034/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)
  3. Umrøða á tingi av spurningi/svar SS-001/2020 - Um ravmagnsviðurskifti
  4. Framløga

Fundurin lokin kl. 14:51

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Anni Joensen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.