Tingfundur 29/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, hósdagin hin 12. november, kl. 11:11, varð tingfundur settur.

Ikki á fundi:

Til viðgerðar
  1. Ófráboðaðir fyrispurningar
  2. Fundur niðurlagdur 12/11 kl. 12:12

    Fundur uppafturtikin 12/11 kl. 12:54

  3. 2. viðgerð LM-021/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
    • Uppskotið samtykt (24-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  4. 2. viðgerð LM-028/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)
    • Uppskotið samtykt (25-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  5. 2. viðgerð LM-036/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
    • Uppskotið samtykt (25-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  6. 2. viðgerð LM-004/2020 Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur
    • Uppskotið fall (10-0-13) Leinki
      Málið avgreitt
  7. 2. viðgerð LM-018/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar)
    • Uppskotið fall (10-1-13) Leinki
      Málið avgreitt
  8. 2. viðgerð LM-019/2020 Uppskot til løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, lestrar- og vardar íbúðir kring alt landið)
    • Uppskotið fall (8-1-11) Leinki
      Málið avgreitt

Framløga
Formaðurin boðaði frá at

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 13.11.2020, kl. 10:00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla SS-002/2020 - Endurskoðan av lærugreinabýtinum í fólkaskúlanum
  2. 1. viðgerð LM-043/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
  3. 1. viðgerð LM-044/2020 - Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
  4. 1. viðgerð LM-051/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
  5. 1. viðgerð LM-052/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
  6. 1. viðgerð LM-056/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Fiskidagaskipanin, leingja um gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
  7. Framløga

Fundurin lokin kl. 14:53

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.