Tingfundur 30/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, fríggjadagin hin 13. november, kl. 10:06, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. Atkvøðugreiðsla SS-002/2020 Endurskoðan av lærugreinabýtinum í fólkaskúlanum
    • Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast Leinki
  2. 1. viðgerð LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
    • Málið beint í nevnd: Rættarnevndin Leinki
  3. 1. viðgerð LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
    • Málið beint í nevnd: Rættarnevndin Leinki
  4. 1. viðgerð LM-051/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki
  5. 1. viðgerð LM-052/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki
  6. 1. viðgerð LM-056/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Fiskidagaskipanin, leingja um gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki

Framløga

Formaðurin boðaði frá , at

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 17.11.2020, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð LM-021/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
  2. 3. viðgerð LM-028/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)
  3. 3. viðgerð LM-036/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
  4. 1. viðgerð LM-042/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)
  5. 1. viðgerð LM-040/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening)
  6. 1. viðgerð LM-045/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattlig javnseting av persónum við framskundaðari pensjón og fyritíðarpensjónum)
  7. 1. viðgerð LM-046/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroyting orsakað av broytingum almannalóggávuni)
  8. 1. viðgerð LM-047/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
  9. Framløga

Fundurin lokin kl. 16:15

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.