Tingfundur 31/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, týsdagin hin 17. november, kl. 11:03, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-021/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-028/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse (Ændring af bestemmelsen om arbejdsmarkedstilknytning)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (30-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 3. viðgerð LM-036/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (31-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  4. 1. viðgerð LM-042/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)
    • Málið beint í nevnd: Rættarnevndin Leinki
  5. Fundur niðurlagdur 17/11 kl. 12:17

    Fundur uppafturtikin 17/11 kl. 13:31

  6. 1. viðgerð LM-040/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki
  7. 1. viðgerð LM-045/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattlig javnseting av persónum við framskundaðari pensjón og fyritíðarpensjónum)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  8. 1. viðgerð LM-046/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroyting orsakað av broytingum almannalóggávuni)
    • LM-045/2020 viðgjørt saman við LM-046/2020 Leinki
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  9. 1. viðgerð LM-047/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
    • Málið beint í nevnd: Rættarnevndin Leinki

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 18.11.2020, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Umrøða á tingi av spurningi/svar SS-001/2020 - Um ravmagnsviðurskifti
  3. Framløga

Fundurin lokin kl. 19:17

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.