Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 6/2020

Rættarnevndin

Ár 2020, mikudagin hin 18. november, kl. 09:16, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)

    Kl. 9.15 kom Katrin Thorsvig Hansen, virkandi stjóri í Dátueftirlitinum, á fund. Hon fór av fundi kl. 9.25.


    Kl. 9.30 kom Lene Moyell Johansen, Ríkisumboð, saman við Elsu Østergaard, chefkonsulenti, og Beintu Muller, fulltrúa, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, á fund saman við Turid Arge, aðalstjóra, Tummas í Garði, læknastjóra, og Inga Mittún, fíggjar- og fyrisitingarleiðara. Tey fóru av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.15 kom Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund saman við Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva. Teir fóru av fundi kl. 10.45.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar til komandi fund.

  3. Fundur uppafturtikin 30/11 kl. 16:28

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 25. november 2020, kl. 12.15.

Fundurin lokin kl. 11:34