Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 7/2020

Rættarnevndin

Ár 2020, mikudagin hin 25. november, kl. 12:45, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Gerðbøkurnar vórðu útsettar til komandi fund.


Til viðgerðar
  1. LM-042/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)

    Kl. 12.50 kom Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, saman við Odu Jóhansdóttir, nevndarlimi, á fund. Tær fóru av fundi kl. 13.10.


    Kl. 13.15 kom Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, saman við Jónvør Christiansen, aðalskrivara, á fund. Tær fóru av fundi kl. 13.25.


    Kl. 13.55 kom Michael Boolsen, fúti, á fund. Hann fór av fundi kl. 14.15.


    Kl. 14.15 kom Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund saman við Nellu Festirstein, deildarstjóra, og Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 15.30.

  2. LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli

    Kl. 13.30 kom Helga á Borg, forkvinna í Dáturáðnum, á fund. Hon fór av aftur fundi kl. 13.55.


    Kl. 13.55 kom Michael Boolsen, fúti, á fund. Hann fór av fundi kl. 14.15.


    Kl. 14.15 kom Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund saman við Nellu Festirstein, deildarstjóra, og Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 15.30.

  4. LM-047/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 30.11.2020, kl. 13:00, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-007/2020 - Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna
  3. LM-042/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)
  4. LM-043/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
  5. LM-044/2020 - Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
  6. LM-047/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)

Fundurin lokin kl. 15:30