Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 10/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, týsdagin hin 1. desember, kl. 12:31, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-032/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-048/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)

    Kl. 12.35 kom Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, á fund. Hann fór av fundi kl. 12.45.

  7. LM-049/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-050/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 13:04