Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 9/2020

Rættarnevndin

Ár 2020, mikudagin hin 2. desember, kl. 09:07, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-042/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Landasvik og onnur brotsverk móti sjálvsavgerðarrætti og trygd Føroya fólks o.a., brotsverk ímóti stýrisskipanini og landsmyndugleikum føroyinga yvirgangur o.a., alvandasom brotsverk, ymsar gerðir, sum eru til skaða fyri almenningin, bidding og skaðiligt inntøkuvirksemi og brotsverk í familjuni)

    Málið varð umrøtt.

  2. LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)

    Málið varð umrøtt.

  3. LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-047/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)

    Kl. 9.10 kom Eyðun Ljósheim á fund. Hann fór av fundi kl. 9.20.


    Kl. 9.30 komu umboðandi Trygd Ella Mortensen, leiðari á Skaðadeildini, og Anja K. Øster, løgfrøðingur Trygd, og umboðandi Betri trygging Annika á Heygum, skaðastjóri, og Dorit Olsen, tryggingarserfrøðingur, á fund. Tær fóru av fundi kl. 9.50.


    Kl. 9.50 kom Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á fund saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, Anniku Poulsen, løgfrøðingi, og Jákupi Jacobsen, stjóra á Akstovuni. Tey fóru av fundi kl. 10.15.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit.

Fundurin lokin kl. 10:31