Tingfundur 39/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, týsdagin hin 8. desember, kl. 13:57, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-045/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattlig javnseting av persónum við framskundaðari pensjón og fyritíðarpensjónum)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-046/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroyting orsakað av broytingum almannalóggávuni)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 2. viðgerð LM-060/2020 Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2020
    • Uppskotið samtykt (29-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  4. 2. viðgerð LM-017/2020 Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
    • Uppskotið samtykt (27-2-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  5. 2. viðgerð LM-035/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
    • Uppskotið samtykt (25-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  6. 2. viðgerð LM-051/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
    • Uppskotið samtykt (27-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  7. 2. viðgerð LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
    • Uppskotið samtykt (17-0-8) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  8. 2. viðgerð LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
    • Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini, samtykt (13-2-8) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (13-2-8) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  9. 2. viðgerð LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)
    • Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini, samtykt (19-0-0) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (11-0-8) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Framløga

Formaðurin boðaði frá, at

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 09.12.2020, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð LM-041/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2020
  2. 2. viðgerð LM-048/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
  3. 2. viðgerð LM-049/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
  4. 2. viðgerð LM-050/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
  5. 2. viðgerð LM-022/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
  6. 2. viðgerð LM-054/2020 - Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar og at viðgera um vit eiga at hava tvær útbúgvingar, eina við serkunnleika á dagstovnaøkinum og eina við serkunnleika í sernámsfrøði
  7. 1. viðgerð LM-059/2020 - Uppskot til samtyktar um fuglateljingar
  8. Framløga

Fundurin lokin kl. 19:23

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Sólgerð Magnusdóttir

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.