Tingfundur 41/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, hósdagin hin 10. desember, kl. 13:47, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-060/2020 Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2020
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (30-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-017/2020 Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (29-1-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 3. viðgerð LM-035/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (30-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  4. 3. viðgerð LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (18-0-11) Leinki
      Málið avgreitt
  5. 3. viðgerð LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
  6. 3. viðgerð LM-051/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
    • Broytingaruppskot , samtykt (28-0-0) Leinki
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, samtykt (27-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  7. 3. viðgerð LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)
    • Broytingaruppskot, samtykt (26-0-0) Leinki
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, samtykt (16-0-10) Leinki
      Málið avgreitt
  8. 1. viðgerð LM-068/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  9. 1. viðgerð LM-066/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  10. 1. viðgerð LM-067/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  11. 1. viðgerð LM-065/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki

Framløga

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 11.12.2020, kl. 10:00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð LM-041/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2020
  2. 3. viðgerð LM-048/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
  3. 3. viðgerð LM-049/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
  4. 3. viðgerð LM-050/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
  5. 3. viðgerð LM-022/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
  6. 2. viðgerð LM-047/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
  7. 2. viðgerð LM-044/2020 - Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
  8. 2. viðgerð LM-043/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
  9. 2. viðgerð LM-058/2020 - Uppskot til samtyktar um minsta útgjald úr almennum grunnum
  10. 2. viðgerð LM-062/2020 - Uppskot til samtyktar um karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland.
  11. 1. viðgerð LM-069/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Útseta og flyta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2020 til 2021, flyta aðrar ófiskaðar makrelkvotur frá 2020 til 2021, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
  12. Framløga

Fundurin lokin kl. 18:58

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Sólgerð Magnusdóttir

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.