Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 20/2020

Fíggjarnevndin

Ár 2020, fríggjadagin hin 11. desember, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-029/2020 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021

    Málið varð viðgjørt.

  2. LM-057/2020 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-061/2020 Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-065/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-066/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)

    Málið varð ikki viðgjørt.

  6. LM-067/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-068/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)

    Málið varð viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 10:10