Tingfundur 42/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, fríggjadagin hin 11. desember, kl. 10:15, varð tingfundur settur.


Farloyvi

Skriv frá Heðini Zachariasen, dagfest 11. desember 2020, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti.

  • Farloyvi

    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rógvi Egilstoft, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti á tingi


Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-041/2020 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2020
    • Broytingaruppskot, fall (12-0-16) Leinki
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-048/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 3. viðgerð LM-049/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (29-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  4. 3. viðgerð LM-050/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (28-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  5. 3. viðgerð LM-022/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (15-0-12) Leinki
      Málið avgreitt
  6. 2. viðgerð LM-047/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
    • Broytingaruppskot frá minnilutanum í Rættarnevndini, fall (7-0-22) Leinki
    • Broytingaruppskot frá meirilutanum í Rættarnevndini, samtykt (22-0-7) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (27-2-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  7. 2. viðgerð LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
    • Uppskotið samtykt (23-0-7) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  8. 2. viðgerð LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
    • Broytingaruppskot um nr og dagfesting á lógini, samtykt (20-0-3) Leinki
    • Broytingaruppskot frá meirilutanum í Rættarnevndini, samtykt (19-1-3) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (19-0-4) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  9. 2. viðgerð LM-058/2020 Uppskot til samtyktar um minsta útgjald úr almennum grunnum
    • Uppskotið fall (10-1-13) Leinki
      Málið avgreitt
  10. 2. viðgerð LM-062/2020 Uppskot til samtyktar um karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland.
    • Uppskotið samtykt (25-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  11. 1. viðgerð LM-069/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Útseta og flyta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2020 til 2021, flyta aðrar ófiskaðar makrelkvotur frá 2020 til 2021, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
    • Málið beint í nevnd: Vinnunevndin Leinki

Framløga

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 14.12.2020, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð LM-029/2020 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021
  2. 2. viðgerð LM-068/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)
  3. 2. viðgerð LM-061/2020 - Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík
  4. 2. viðgerð LM-030/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
  5. 2. viðgerð LM-052/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
  6. Framløga

Fundurin lokin kl. 19:17

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Sólgerð Magnusdóttir

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.