Tingfundur 44/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2020, týsdagin hin 15. desember, kl. 10:29, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-047/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (26-2-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-044/2020 Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (20-0-7) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 3. viðgerð LM-043/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (21-0-6) Leinki
      Málið avgreitt
  4. 3. viðgerð LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
    • Umbiðið aftur í nevnd Leinki
      Fyrispurningur frá Jóhannis Joensen, um at LM-031/2020 verður beint aftur í nevnd
  5. 2. viðgerð LM-068/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar (Leingjan av tíðarskeiðnum, har ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroyar)
    • Uppskotið samtykt (28-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  6. 2. viðgerð LM-061/2020 Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík
    • Uppskotið samtykt (29-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  7. 2. viðgerð LM-030/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
    • Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd, samtykt (29-0-0) Leinki
    • Uppskotið soleiðis broytt samtykt (29-0-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  8. 2. viðgerð LM-052/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
    • Uppskotið samtykt (28-1-0) Leinki
      Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
  9. 1. viðgerð LM-063/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 16.12.2020, kl. 10:00, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð LM-069/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Útseta og flyta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2020 til 2021, flyta aðrar ófiskaðar makrelkvotur frá 2020 til 2021, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
  2. 2. viðgerð LM-056/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Fiskidagaskipanin, leingja um gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
  3. 2. viðgerð LM-053/2020 - Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk
  4. 2. viðgerð LM-002/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði)
  5. 2. viðgerð LM-008/2020 - Uppskot til løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum Landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningi, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað)
  6. Framløga

Fundurin lokin kl. 15:29

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Sólgerð Magnusdóttir

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.