Tingfundur 47/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2021, týsdagin hin 19. januar, kl. 13:42, varð tingfundur settur.

Ikki á fundi:

Farloyvi

Til viðgerðar
  1. 2. viðgerð LM-002/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði)
    • Uppskotið fall (8-0-22) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 2. viðgerð LM-008/2020 Uppskot til løgtingslóg um um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum Landslæknaembæti, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningi, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað)
  3. 2. viðgerð LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur
    • Broytingaruppskot frá minniluta í Trivnaðarnevndini, fall (9-0-13) Leinki
    • Uppskotið fall (8-1-13) Leinki
      Málið avgreitt

Framløga
Formaðurin boðaði frá at

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 20.01.2021, kl. 10:00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð LM-064/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)
  2. 1. viðgerð LM-070/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Frítøka fyri uttanlandsinntøku og javnbjóðis kapping millum eftirlønarveitarar)
  3. 1. viðgerð LM-071/2020 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2020
  4. Framløga

Fundurin lokin kl. 18:15

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.