Tingfundur 50/2020

Stað: Tingsalurin

Ár 2021, týsdagin hin 26. januar, kl. 13:37, varð tingfundur settur.

Ikki á fundi:

Til viðgerðar
  1. 3. viðgerð LM-063/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (31-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  2. 3. viðgerð LM-065/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
    • Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt (31-0-0) Leinki
      Málið avgreitt
  3. 1. viðgerð LM-073/2020 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2021
    • LM-072/2020 viðgjørt saman við LM-073/2020 Leinki
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki
  4. 1. viðgerð LM-072/2020 Uppskot til løgtingslóg um at endurnýggja Strandfaraflotan – at byggja 4 skip til oyggjasigling.
    • LM-073/2020 viðgjørt saman við LM-072/2020 Leinki
    • Málið beint í nevnd: Fíggjarnevndin Leinki

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 27.01.2021, kl. 11:00, við hesi dagsskrá:

  1. Umrøða av spurningi SS-002/2020 - Endurskoðan av lærugreinabýtinum í fólkaskúlanum
  2. Umrøða av spurningi SS-003/2020 - Rúsevni
  3. Umrøða av spurningi SS-004/2020 - Marknaðaratgongd og status í samráðingum um altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur
  4. Umrøða av spurningi SS-005/2020 - Heilsustøðan hjá ungum í Føroyum
  5. Framløga

Fundurin lokin kl. 16:32

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

Beinta Isaksen

skrivari

  • Trýst fyrst á play-knøttin, fyri at seta video í gongd.
  • Trýst síðan á røðaran, tú vilt hoyra.