Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 14/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 28. januar, kl. 09:18, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-064/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)

    Kl. 9.30 kom Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, á fund. Hann fór av fundi kl. 9.45.

    Kl. 9.45 kom Oddbjørg Balle, leiðari fyri Barnaverndarstovuna, á fund. Hon fór av fundi kl. 9.55.

    Kl. 10.00 komu vegna Bústaðir, Andras Róin, stjóri, Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari, Allan Terji Skaalum, umsitingarleiðari, Jóhann Mortensen, stýrisformaður, Una Joensen, stýrislimur, og Emmy Joensen, stýrislimur. Tey fóru av fundi. kl. 11.00.

    Kl. 11.00 kom landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á fund, saman við Turid Arge, aðalstjóra, og Petur Joensen, ráðgeva, og frá Gigni, Elin Ziska, fakligum stjóra. Tey fóru av fundi kl. 11.15.

    Kl. 11.20 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa, og frá Almannaverkinum, Edvard Heen, stjóra. Tey fóru av fundi kl. 12.20.

Fundurin lokin kl. 12:28