Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 15/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 9. februar, kl. 09:19, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-064/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)

    Kl. 9.25 komu Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes Kommunu, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. Teir fóru av fundi kl. 10.05.

    Kl. 10.05 komu frá Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, Magnus Dam, deildarleiðari og Kristian Magnussen, sosialráðgevi, á fund. Tey fóru av fundi kl. 10.30.

    Kl. 10.30 kom Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum á fund saman við embætisfólkum sínum, Herálvi Joensen, aðalstjóra og Hilmar Høgenni, deildarstjóra. Teir fóru av fundi kl. 10.45.

Fundurin lokin kl. 11:00