Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 18/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 9. mars, kl. 09:20, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-064/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)

    Málið varð umrøtt. Álit verður skrivað.

  2. LM-079/2020 Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði

    Kl. 9.20 kom Jákup Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, á fund. Hann fór av fundi kl. 9.40.

    Kl. 9.45 komu vegna Skúlaleiðarafelagið, Jónleif Johannesen, formaður og Jóhan Stenberg, næstformaður. Teir fóru av fundi kl. 10.15.

    Nevndin fekk skjal útflýggjað.

    Kl. 10.15 kom Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, á fund. Hon fór av fundi kl. 10.25.

    Kl. 10.30 komu vegna Pedagogfelagið, Jógvan Philbrow, formaður, og Birita Jacobsen, umsitingarleiðari. Tey fóru av fundi kl. 10.40.

  3. LM-089/2020 Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Ferðaútreiðslur í sambandi við samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:54