Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 3/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 28. september, kl. 09:20, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-005/2021 Uppskot til Løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum

    Kl. 9.25 komu fyri Fámjins kommunu Jóanis Lisberg, borgarstjóri, og Arni Teindal, bygdaráðslimur og skrivari, og fyri Tvøroyar kommunu Alvi Mortensen, formaður í teknisku nevnd, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 9.45.


    Kl. 10.35 kom Kristian Stórhamar á fund.

    Hann fór av fundi kl. 11.10.


    Kl. 11.15 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, Atla Eiriksson, fulltrúa, Anniku Poulsen, fulltrúa, og Martin Christiansen, og fyri Landsverk Sigurd Lamhauge, stjóra, og Fríðriki Heinesen, verkfrøðingi, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 12.15.


    Málið varð viðgjørt.

    Gjørt varð av at skriva álit.

  2. LM-006/2021 Uppskot til Løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn

    Kl. 9.50 komu fyri Tórshavnar Kommunu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tróndur Sigurðson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 10.10.


    Kl. 10.15 kom fútin, Michael Boolsen, á fund.

    Hann fór av fundi kl. 10.25.


    Kl. 11.15 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, Atla Eiriksson, fulltrúa, Anniku Poulsen, fulltrúa, og Martin Christiansen, og fyri Landsverk Sigurd Lamhauge, stjóra, og Fríðriki Heinesen, verkfrøðingi, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 12.15.


    Málið varð viðgjørt.

    Gjørt varð av at skriva álit.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 12:20