Gerðabók: Mentanarnevndin

Fundur 3/2021

Mentanarnevndin

Ár 2021, mikudagin hin 29. september, kl. 08:56, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-003/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)

    Annika Østerø og Harald Joensen, nevndarlimir í Pedagogfelagnum, møttu kl. 9.07.

    Fóru av fundi kl. 9.30


    Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Eyðun Christiansen og Hans Kári Vang frá Kommunufelagnum, møttu kl. 9.32.

    Fóru av fundi kl. 9.52


    Edda Hjartvardsdóttir frá Dagstovnaráðnum møtti kl. 9.55.

    Fór av fundi kl. 10.12



  2. LM-010/2021 Uppskot til samtyktar um at byggja stórhøll til innandura ítrótt og størri tiltøk

    Andrea Heindriksdóttir og Oyvindur Brimnes frá nevndini í HSF og Hallur Danielsen, Ári Rouch og Mark Lausen-Marcher frá umsitingini í HSF møttu kl. 10.12.

    Fóru av fundi kl. 10.30


    Elin Joensen, Jón Hestoy og Petur Mittún frá ÍSF møttu á fundi kl. 10.32.

    Fóru av fundi kl. 10.50.

  3. LM-012/2021 Uppskot til løgtingslóg um Filmsgrunn Landsins
    Málið varð ikki viðgjørt.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 06.10.2021, kl. 09:00, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-003/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)
  3. LM-010/2021 - Uppskot til samtyktar um at byggja stórhøll til innandura ítrótt og størri tiltøk
  4. LM-012/2021 - Uppskot til løgtingslóg um Filmsgrunn Landsins

Fundurin lokin kl. 10:52