Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 3/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, fríggjadagin hin 1. oktober, kl. 09:20, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-001/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-002/2021 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020

    Løgtingsins Umboðsmaður, Hanna Vang, kom á fundin kl. 11.30 saman við Elinborg Apol, ráðgeva.

    Tær fóru av fundi kl. 12.00


    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-007/2021 Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn

    Alfred Petersen, formaður í Advokatfelag Føroya, kom á fundin kl. 9.30 saman við Inga Højgaard, nevndarlimi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.00.

  5. LM-008/2021 Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

    Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í løgfrøði frá Søgu- og Samfelagsdeildini kom á fundin kl. 10.15.

    Hann fór av fundi kl. 10.30


    Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kom á fundin kl. 11.05 saman við Nellu Festirstein, deildarstjóra, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa.

    Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundi kl. 11.30.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 06.10.2021, kl. 09:00, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-001/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn
  3. LM-002/2021 - Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020
  4. LM-004/2021 - Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
  5. LM-007/2021 - Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn
  6. LM-008/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

Fundurin lokin kl. 12:30