Gerðabók: Mentanarnevndin

Fundur 4/2021

Mentanarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 5. oktober, kl. 09:00, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-003/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-010/2021 Uppskot til samtyktar um at byggja stórhøll til innandura ítrótt og størri tiltøk

    Kl. 9.10 komu fyri Sjóvar kommunu Artur Johansen, borgarstjóri, Bárður Danielsen, kommunustjóri, og Anna Joensen, kommunuskrivari, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 9.30.


    Kl. 9.30 komu fyri Tórshavnar Kommunu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarleiðari, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 9.50.


    Kl. 9.50 komu umboð fyri arbeiðsbólk at byggja stórhøll á Strondum Alexandur Johansen, Eivind Jacobsen og Pól Jákup Poulsen, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 10.10


    Kl. 10.15 komu umboð fyri arbeiðsbólk at byggja stórhøll í Hoyvík Dennis Holm, Jógvan Emil Nielsen, Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurðsson á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 10.35.

  3. LM-012/2021 Uppskot til løgtingslóg um Filmsgrunn Landsins

    Kl. 10.35 kom fyri Klippfisk Pætur Marjunarson Dahl, nevndarlimur, á fund.

    Hann fór av fundi kl. 10.50.


    Kl. 10.50 kom fyri Felagið Føroysk Filmsfólk Ingun í Skrivarastovu og Katrin Joensen Næs á fund.

    Tær fóru av fundi kl. 11.10.


    Kl. 11.10 kom fyri Filmshúsið Jan Berg Jørgensen, nevndarformaður, á fund.

    Hann fór av fundi kl. 11.30


    Kl. 11.30 komu fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið Herálvur Joensen, aðalstjóri, Pól Egholm, deildarleiðari, Oyvindur av Skarði, fulltrúi, og Eva W. B. Johannesen, starvsnæmingur, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 11.40.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 11:45