Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 4/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, mikudagin hin 6. oktober, kl. 09:00, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-001/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn

    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, kom á fundin kl. 9.35 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Jóannu Djurhuss, ráðgeva, og Evu Johansen, starvsnæmingi.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 9.50.

  2. LM-002/2021 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-007/2021 Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-008/2021 Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

    Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum kom á fundin kl. 9.15 saman við Eyðun Christiansen, stjóra, Hans Kára Vang, fulltrúa og Janus Haraldsen, løgfrøðingi.

    Teir fóru av fundi kl. 9.30.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, kom á fundin kl. 9.35 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Jóannu Djurhuss, ráðgeva, Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðara á Tinglýsingini og Evu Johansen, starvsnæmingi.

    Malene Egeberg Jacobsen fór av fundinum kl. 9.40.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 9.50.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 08.10.2021, kl. 09:30, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-001/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn
  3. LM-002/2021 - Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020
  4. LM-004/2021 - Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
  5. LM-007/2021 - Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn
  6. LM-008/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

Fundurin lokin kl. 11:00