Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 6/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, mikudagin hin 20. oktober, kl. 09:36, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-001/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn

    Álit í málinum varð undirskrivað.

  2. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga

    Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, kom á fundin kl. 9.45 saman við Jan Mortensen, deildarstjóra á Lønardeildini.

    Teir fóru av fundi kl. 10.


    Nevndin umrøddi málið og gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-007/2021 Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-008/2021 Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

    Málið varð umrøtt.

  5. LM-002/2021 Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020

    Álit í málinum varð undirskrivað.

Fundurin lokin kl. 10:07