Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 7/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 2. november, kl. 09:20, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021

    Kl. 9.30 kom landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, saman við embætisfólki sínum Turid Arge, aðalstjóra, Selmu Davidsen, fulltrúa, og Sjúrði Simonsen, fulltrúa, og stjóranum á Heilsutrygd, Egili á Bø, á fund.

    Stjórin á Heilsutrygd fór av fundi kl. 10.00 og á fund komu fyri Sjúkrahúsverkið Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, og Ingi Mittún, deildarstjóri á Landssjúkrahúsinum.

    Landsstýrismaður við embætisfólki og umboðum fyri Sjúkrahúsverkið fóru av fundi kl. 10.35.


    Kl. 10.35 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, saman við embætisfólkum sínum Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, Hera Petersen, fulltrúa, og fyri Almannaverkið Edvard Heen, stjóra, og Halli Thomsen, viðskiftastjóra, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 11.25.

  3. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2

    Gjørt varð av at gera innkallingar.

  4. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 04.11.2021, kl. 09:00.

Fundurin lokin kl. 12:20