Gerðabók: Trivnaðarnevndarfundur

Fundur 4/2021

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, fríggjadagin hin 5. november, kl. 09:26, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-013/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-014/2021 Uppskot til samtyktar um at dagføra rættargangslógina (Sammóðir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-015/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-018/2021 Uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini

    Jan Otto S. Holm frá Sp/f JOSH møtti á fundi kl. 9.30. Hann fór av fundi kl. 10.10.


    May-Britt Skoradal, varadekanur á Heilsu- og Sjúkrarøktardeildini á Fróðskaparsetrinum, møtti á fundi kl. 10.10. Fór av fundi kl. 10.30.


    Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini, møtti á fundi kl. 10.30. Fór av fundi kl. 10.50.


    Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, og Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa í Almannamálaráðnum, møttu á fundi kl. 10.50. Fóru av fundi kl. 11.20.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 16.11.2021, kl. 09:30, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-013/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)
  3. LM-014/2021 - Uppskot til samtyktar um at dagføra rættargangslógina (Sammóðir)
  4. LM-015/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)
  5. LM-018/2021 - Uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini

Fundurin lokin kl. 11:24