Gerðabók: Fíggjarnevndin 9. fundur

Fundur 9/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, mánadagin hin 8. november, kl. 09:05, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021

    Kl. 9.05 kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, saman við embætisfólki sínum Gunnleyg Árnafjall, fulltrúa, og fyri Umhvørvisstovuna, Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, og Malene Egeberg Jacobsen, leiðara á deildini Tinglýsing og landsfólkayvirlit, á fund.

    Umboðini fyri Umhvørvisstovuna fóru av fundi kl. 9.15.

    Landsstýrismaðurin við embætisfólki fór av fundi kl. 9.20.


    Kl. 9.20 komu fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Oystein Sørensen, fulltrúi, saman við umboði fyri Fróðskaparsetrið May-Britt Skoradal, varadekani á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, á fund.

    Umboðið fyri Fróðskaparsetrið fór av fundi kl. 9.30, tá umboð fyri Studna, Hjalmar Hansen, stjóri, og Emil Sørensen, fulltrúi, komu á fund.

    Umboðini fyri Studna fóru av fundi kl. 9.40.

    Embætisfólkini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum fóru av fundi kl. 9.50.

  3. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2

    Kl. 9.40 komu fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið Poul Geert Hansen, aðalstjóri, og Oystein Sørensen, fulltrúi, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 9.50.

  4. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 09.11.2021, kl. 09:00.

Fundurin lokin kl. 10:00