Gerðabók: Fíggjarnevndin 10. fundur

Fundur 10/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 9. november, kl. 09:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021

    Kl. 9.05 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Atla Leo, fulltrúa, og umboðum fyri Landsverk Sigurð Lamhauge, stjóra, Boða Haraldsson, virkisleiðara, og Róaldi Jákupsson, fíggjarleiðara.

    Umboðini fyri Landsverk fóru av fundi kl. 9.20, tá stjórin á Akstovuni, Jákup Jacobsen, kom á fund.

    Stjórin á Akstovuni fór av fundi kl. 9.35, tá umboð fyri Strandfaraskip Landsins Hilmar Eliasen, stjóri, og Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarstjóri, komu á fund.

    Umboðini fyri Strandfaraskip Landsins fóru av fundi kl. 10.00.

    Landsstýrismaðurin við embætisfólki fór av fundi kl. 10.05.

  3. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 10:05