Gerðabók: Fíggjarnevndin 11. fundur

Fundur 11/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 11. november, kl. 09:20, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Kl. 9.20 kom landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, saman við embætisfólkum sínum Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Oystein Sørensen, fulltrúa, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 10.40.


    Kl. 10.45 kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, saman við embætisfólkum sínum Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Gunnleyg Árnafjall, fulltrúa, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 12.00.

  2. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021

    Málið varð viðgjørt.

    Álit verður skrivað.

  3. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 16.11.2021, kl. 09:15.

Fundurin lokin kl. 12:30