Gerðabók: Fíggjarnevndin 12. fundur

Fundur 12/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 16. november, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Kl. 9.25 kom landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, saman við embætisfólkum sínum Rógva Reinert, aðalstjóra, og Hans Alberti Hansen, fíggjarfulltrúa, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 10.45.


    Kl. 10.55 kom løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, saman við embætisfólkum sínum John Rajani, løgmansstjóra, og Flóvini Eidesgaard, búskaparráðgeva, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 12.10.

  2. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 18.11.2021, kl. 09:15.

Fundurin lokin kl. 12:15