Gerðabók: Fíggjarnevndin 14. fundur

Fundur 14/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 23. november, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Kl. 9.20 komu fyri Novavi Mikael Jakshøj, stjóri, og Marianna Andreassen, sosiologur, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 9.45.


    Kl. 9.45 komu fyri Bláa Kross Dakko Petersen, aðalskrivari, Alisa Hammer, leiðari í Tìtt Rúm, og Beinta Atladóttir, sálarfrøðingur í Tìtt Rúm, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 10.05.


    Kl. 10.05 komu fyri ADHD-felagið Bjørg Dam, formaður, Maiken á Mýrini, skrivari, og Poula Patursson, nevndarlimur, á fund.

    Tær fóru av fundi kl. 10.30.


    Kl. 10.30 komu fyri Kringvarpið Katrin Petersen, næstforkvinna í stýrinum, Ivan Niclasen, stjóri, og Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 10.55.


    Kl. 10.55 komu fyri ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, Jon Hestoy, varaforseti, og Petur Mittún, aðalskrivari, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 11.15.


    Kl. 11.15 kom fyri Filmshúsið Jan Berg Jørgensen og fyri felagið Føroysk Filmsfólk Anton Petersen og Katrin Joensen-Næs á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 11.40.


    Kl. 11.40 komu fyri stýrið fyri grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, Karl H. Johansen, borgarstjóri, Jógvan Skorheim, býráðslimur, og Dávur Winther, skrivari, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 12.10.

  2. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-037/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2021
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 25.11.2021, kl. 09:15.

Fundurin lokin kl. 12:15