Gerðabók: Fíggjarnevndin 15. fundur

Fundur 15/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 25. november, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Kl. 9.25 komu á fund fyri Húsarhaldsskúlan Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, og Bjarni Wilhelm, limur í stýrisbólkinum fyri verkætlanina Nýggjur Húsarhaldsskúli.

    Tey fóru av fundi kl. 9.55.


    Kl. 9.55 kom umboð fyri Musiksskúlaskipanina Martin Mouritsen, sjóri, á fund.

    Hann fór av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.15 komu fyri Sjóvar kommunu Artur Johansen, borgarstjóri, og Anna Joensen, kommunuskrivari, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 10.30.


    Kl. 10.30 komu á fund fyri kirkjuráðið á Glyvrum Hans Jacob Lamhauge, kirkjuráðsformaður, Páll Rasmussen, kirkjuráðslimur og Eyðun Petersen, byggiharraráðgevi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.50.


    Kl. 10.50 komu fyri Kirjuráðið á Argjum Sólrun Gleðisheygg, formaður, Andras Holm Arge og Helgi Fossadal, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 11.15.


    Kl. 11.15 komu á fund fyri Heilafelagið Sunneva Davidsen, formaður og Maud Mouritsen.

    Tær fóru av fundi kl. 11.35.


    Kl. 11.35 komu umboð fyri Fuglafjarðar Kommunu, Eyðun á Lakjuni, formaður í mentanarnevndini, Rønn Eliasen, mentanarleiðari, og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 12.00.

  2. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-037/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2021

    Kl. 12.00 komu á fund fyri Heilsumálaráðið Turid Arge, aðalstjóri, Selma Davidsen, fulltrúi, og Sjúrður Simonsen, fulltrúi, og landslæknin Lars Fodgaard Møller.

    Tey fóru av fundi kl. 12.30.


    Kl. 12.30 kom landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 12.50.

  8. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 30.11.2021, kl. 09:15.

Fundurin lokin kl. 13:00