Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 7/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, fríggjadagin hin 26. november, kl. 09:13, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-008/2021 Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-017/2021 Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v.

    Katrin á Neystabø, umboðandi Amnesty International Føroyar kom á fundin kl. 9.15.

    Hon fór av fundi kl. 9.35.


    Magni Højgaard, leiðari fyri átakið Megna títt lív kom á fundin kl. 9.35.

    Hann fór av fundi kl. 9.50.


    Jóhan J. Lamhauge, námslektari í løgfrøði, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya kom á fundin kl. 9.55.

    Hann fór av fundi kl. 10.05.


    Heðin Askham, eindarleiðari í Kriminalforsorgini, kom á fundin kl. 10.10.

    Hann fór av fundi kl. 10.30.


    Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, kom á fundin kl. 10.35 saman við Nellu Festirstein, deildarstjóra, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa.

    Løgmaður og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 11.15.

  4. LM-021/2021 Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna

    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at gera innkallingar.

  5. LM-027/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)

    Málið varð umrøtt. Álit í málinum varð undirskrivað.

  6. LM-032/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.)

    Málið varð umrøtt. Álit í málinum varð undirskrivað.

  7. LM-031/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.
    Málið varð ikki viðgjørt.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 01.12.2021, kl. 09:30, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-004/2021 - Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
  3. LM-008/2021 - Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
  4. LM-017/2021 - Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v.
  5. LM-021/2021 - Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna
  6. LM-027/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
  7. LM-031/2021 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.
  8. LM-032/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.)

Fundurin lokin kl. 11:46