Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 8/2021

Rættarnevndin

Ár 2021, mikudagin hin 1. desember, kl. 09:39, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-004/2021 Uppskot til samtyktar um almennan lønarstiga
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-017/2021 Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v.

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-021/2021 Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna

    Umboðandi Fakfelagssamstarvið komu Óluva í Gong, formaður í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelag Føroya, Ann Ellingsgaard, skrivari og Regin Berg og Jan Otto Holm á fundin kl. 9.40.

    Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.20.


    Umboðandi Samtak komu Sonja Jógvansdóttir, skrivari, og Elisa Vang, samskiftisfólk, og umboðandi Føroya Arbeiðarafelag komu Hans Joensen, formaður, Kári Johansen, nevndarlimur og Monrad Kjelnæs, skrivari, á fundin kl. 10.25.

    Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.45.


    Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag kom á fundin kl. 10.45 saman við Jórun Gardar, ráðgeva.

    Tær fóru av aftur fundinum kl. 11.15.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum kom á fundin kl. 11.15 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra og Pól Egholm, deildarleiðara.

    Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.25.


    Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum kom á fundin kl. 11.30 saman við Jan Mortensen, deildarstjóra.

    Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.45.


    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-031/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-038/2021 Uppskot til Løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. (Heftirevsing broytt til fongsul í upp til 4 mánaðir)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 12:04