Gerðabók: Fíggjarnevndin 17. fundur

Fundur 17/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 2. desember, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Kl. 9.20 komu á fund umboð fyri Felagið Føroyskir Peningastovnar Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, og Sverri Justinussen, deildarleiðari í Betri Banka.

    Teir fóru av fundi kl. 9.50.


    Kl. 9.55 komu á fund umboð fyri P/f Eystur- og Sandoyartunnil Bergur Poulsen, nevndarformaður, og Teitur Samuelsen, stjóri.

    Teir fóru av fundi kl. 10.25.


    Kl. 10.30 komu løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, og løgtingsstjórin, Johnhard Klettheyggj, á fund.

    Teir fóru av fundi kl. 11.00.


    Kl. 11.20 komu á fund umboð fyri arbeiðsbólk at byggja stórhøll í Hoyvík Dennis Holm, Tummas Justinussen, Jón Sigurdsson og Jógvan Emil Nielsen.

    Teir fóru av fundi kl. 12:15.

  2. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-040/2021 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 06.12.2021, kl. 09:15.

Fundurin lokin kl. 12:25