Gerðabók: Fíggjarnevndin 19. fundur

Fundur 19/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 7. desember, kl. 09:20, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Málið varð viðgjørt.

  2. LM-028/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Sólseturásetingin verður strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-029/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-033/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-034/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Strika lækking av virðisgjaldi fyri persónbilar við hybrid tøkni og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-035/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrí samsýning fyri sjálvboðið arbeiði innan ávísar frítíðarfelagsskapir)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-040/2021 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 12:10