Gerðabók: Rættarnevndin

Fundur 9/2021

Rættarnevndin

Ár 2022, mikudagin hin 23. februar, kl. 09:17, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-031/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v.

    Alfred Petersen, formaður í Advokatfelag Føroya, og Ingi Højgaard, nevndarlimur komu á fundin kl. 9.30. Teir fóru av aftur fundinum kl. 9.45.


    Anna S. Eiriksdóttir, retsassessor í Føroya Rætti, kom á fundin kl. 9.45. Hon fór av aftur fundinum kl. 10.05.


    Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum kom á fundin kl. 10.15 saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Egholm, deildarstjóra, Jóhan Troest Davidsen, fulltrúa og Súsannu Leo, deildarstjóra í Skáseting Føroya saman við John Nolsøe Olsen, fulltrúa. Tey fóru av aftur fundi kl. 10.30.


    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at kalla løgmann á komandi fund í nevndini.

  2. LM-059/2021 Uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum at arbeiða fulla tíð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-061/2021 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-062/2021 Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)

    Málið varð umrøtt.

  5. LM-064/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini)

    Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at skriva álit í málinum.

  6. LM-066/2021 Uppskot til samtyktar um at kriminalisera sálarligan harðskap
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:29